Um okkum
Um okkum
Fomax er stovnað í 2025. Vit eru Hildibrandur Olsen og Ragnar Háskor.
Vit ynskja at innflyta vøru av ymiskum slag, sum vit meta verða áhugaverda fyri tann føroyska brúkaran. Tann fyrsta vøran, vit byrja við er sauna.
Hetta er ein vøra / uppliving, sum grannalond okkara fyri vestan og norðan hava brúkt í mong ár. Á okkara breiddarstigum blívur veturin myrkur og kaldur, og tá er ein tími í sauna endurnýggjan fyri sálina.
Vit hava aðra spennandi vøru áveg eisini, og fara at leggja meira út á síðuna.
Tú kanst altíð seta teg í samband við okkum, á teldupost fomax@fomax.fo ella tlf 787281, ella á Messenger á Facebook síðu okkara.
Vinarliga
Hildi og Ragnar